Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frakta bjóðar seg fram inn­an flutning

Eitt nýtt felag ið átekur sær flutning til import og export er komið í gongd undir navninum Frakta. Helgi Justinussen stendur á odda fyri felagnum og skal sum skilst reka tað saman við øðrum royndum fólki.

Tilsamans hava starvsfólkini “yvir 25 ára royndir í flutningsvinnuni,” varð sagt í tíðindaskrivi, “og stjóri felagsins, Helgi Justinussen, hevur áður myndað stóra flutningsdeild.”

“Frakta bjóðar flogfrakt tá tað skal ganga skjótt og sjófrakt tá nøgdirnar eru stórar, og
flutningurin skal vera kostnaðarlættari,” varð víðari sagt.

“Dentur verður lagdur á tætta samstarvið við kundarnar, umframt persónliga og álítandi tænastu,” viðmerkti Helgi Justinussen. “Frakta bjóðar seg at samskipa fraktina frá hurð til hurð fyri kundarnar, sum ikki skulu nýta sína dýrabæru tíð til at samskipa flutningin – hetta ger Frakta fyri teg.”

Sambært stjóran er felagið farið til verka og skal skal í november koyra fyrstu vøru út til kundar.