Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sølvi: Enn kann nógv henda í meistarastríðnum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá sigursmálinum Jørgen Nielsen skoraði fyri Víking móti EB/Streymi í Sarpugerði. Hoyr Gert taka samanum dystin, ið var eitt gott úrslit hjá Víkingi og eitt gott avrik hjá EB/Streymi. Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við Sølva Vatnhamar, ið spældi dyst nummar 400 og brendi brotsspark í dag. Hóast níggju stig á odda tekur Sølvi einki fyri givið. Hann minnir á hvat lið eru komin út fyri áður. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við Bergur J. Poulsen hjá EB/Streymi, ið staðfestir, at EB/Streymur er væl fyri til komandi uppgávuna móti NSÍ á heimavølli.

Myndir: Rúni á Reynatrøð og Trygvi Absalonsen.