Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bill: Nú hava vit fýra finalur eftir sum vit skulu vinna

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Frankie Jensen siga frá málunum, ið vóru skotin í í 1.deildardystinum AB-FC Hoyvík 1-1 (1-0), ið var spældur á Argjum. Hoyr Frankie Jensen taka samanum dystin, og hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við Róa Olsen hjá AB, ið helt, at AB var tað betra liðið, serliga í fyrra hálvleiki. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá FC Hoyvík, Bill McLeod Jacobsen, ið helt, at FC Hoyvík hevði teir flestu stóru málmøguleikarnar. Bill staðfestir, at nú hevur FC Hoyvík sum hevur seks stig upp til bjargingina fýra finalur eftir at spæla, har allir dystirnir mugu vinnast.

Myndir: Trygvi Absalonsen og FC Hoyvík.