Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KJ vinnur ordrar í ĺslandi

Maskintøkni- og hydraulik­fyri­tøkan KJ hevur undirskrivað sáttmála við tann íslendska fiska­alaran á landi First Water um útgerð og installatiónir til nýggja smolt­støð í Thorlákshöfn.

“Stórar ætlanir eru um bygging av fleiri smoltstøðum fram við sjóvarmálanum við Thor­láks­höfn,” upp­lýsti KJ. “Ymiskar alifyritøkur hava verkætlanir í gongd í økinum, og samskifti hevur verið við First Water í eina tíð um eina pumpu­skipan fyri jarðarhol til ta nýggju og stóru smoltstøðina hjá teimum. Arbeiðið inniber rørleiðing og pumpu­skipan úr bori­holunum og upp til jarðar­flatuna.”

Sambært KJ kom avtalan við First Water endaliga í lag á fiski- og ali­vinnu­stevnuni IceFish í Kópa­vogi, sum varð hildin 18-20. september.

KJ hevur tey seinnu árini havt vaksandi virksemi í Føroyum og uttanlands, ikki minst í Íslandi. Sambært stjóran Viggo Johannesen hevur felagið í løtuni fýra størri verkætlanir í gongd har.

“Talan er um nýbygging av smolt­støðum kring um í Íslandi, og verkætlanirnar eru í fleiri byggi­stigum,” segði Viggo Johannesen.

“Gongdin í Íslandi er gleðilig, og vit eru til reiðar at veita okkara tænastur og vørur til ta íslendsku ali­vinnuna, bæði á landi og á sjógvi,” legði hann afturat.

KJ hevur leingi verið ein týðandi veitari til tann føroyska fiskiflotan. Seinni hevur fyritøkan ment seg til at gerast veitari til fleiri aðrar vinnur, eitt nú alivinnuna og byggivinnuna. KJ hevur høvuðs­sæti á Kambs­dali, og aðrar deildir eru í Havn, við Ljósá og í Fuglafirði, umframt dóttir­felagið KJ Supply í Danmark.