Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stórur lætti hjá Jákupi Thomsen at skjóta fyrstu málini í Betrideildini hetta kappingarárið

Hoyr Rúna á Reynatrøð siga frá teimum trimum málunum HB skoraði móti Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við áleyparan, Jákup Thomsen, ið er sera lættur um at skjóta tvey tey fyrstu málini fyri HB í Betrideildini í ár. Jákup hevur stríðst síðani ein skurð í knænum í november í fjør at koma aftur á vøllin at skjóta mál. Rúni prátaði eisini við høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen um dystin.

Myndir: Rúni á Reynatrøð. Savnsmynd: Trygvi Absalonsen.