Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bjóða til alment kjak um byggi­sam­tyktir og kloakk­viður­skifti

Felagið Havnar hugni bjóðar til almennan borgarafund um millum annað varðveiting av húsum, byggisamtyktir og byggilóg, fyrisitingarligan etikk og kloakkviðurskifti.

Tiltakið verður mikukvøldið 2. oktober í KFUM, boðar nevndin frá. Millum luttakararnar teljast Jórunn Reginsdóttir, Jóannes Dalsgaard, Jóhan E. Simonsen, Michael Jacobæus, John Dalsgarð og Ronald Poulsen.

Havnar hugni hevur til endamáls “at virka fyri borgaraluttøku og trivnaði í miðbýnum í Havn og stuðla upp undir tað góða sum longu er her. Málið er eisini at fáa meira opinleika og kunnleika um tað sum kommunan hevur ætlanir um at gera og sum hevur ávirkan á umhvørvi, íbúgvar og trivnaðin.”