Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arbeiðs­gev­ara­fel­ag­ið: Hækk­að gjøld geva færri íløg­ur og minni vøkst­ur

Tað at tann politiska skipanin hevur hækkað munandi um fleiri gjøld, tyngir virksemið hjá nógvum fyritøkum, sigur Jón Sigurðsson, nevndarformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og stjóri í byggifyritøkuni Articon.

Eitt nú eru orkugjøld hækkað munandi, umframt at kostnaðurin av sjúkradagpeninga skipanini er hækkaður.

“Hækkað gjøld á vinnuna geva færri íløgur og minni vøkstur,” segði Jón Sigurðsson millum annað í røðu síni á Vinnudegnum fríggjadagin.

Formaðurin helt eisini at samanumtikið hevur tað verið lítið framfýsni á tí vinnupolitiska økinum hetta seinasta árið. Kortini vóru onkur góð stig tikin, vildi hann vera við.

“Fyri fyrstu ferð í nógv ár er lønarskatturin lækkaður, serliga hjá lág- og miðalløntum,” vísti Jón Sigurðsson á. “Ynskiligt hevði verið at hann var enn størri. Eisini eru fyrstu fetini tikin at javnseta skattingina, um tú arbeiðir í Føroyum ella tú arbeiðir uttanlands. Hetta at lækka og javnseta lønarskattin hevur verið eitt ynski hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi í mong ár, so hetta fegnast vit sjálvandi um.”

Jón Sigurðsson víðari at vit í Føroyum eiga at miða eftir at fáa bestu vinnukarmarnar, og at hetta er avgerandi fyri at økja um kappingarførið hjá Føroyum, eisini tá tað snýr seg um at fáa fólk og fyritøkur at velja at búgva og virka í Føroyum. Einans soleiðis vaksa vit um føroyska búskapin og vælferðina, undirstrikaði hann.

“Røddirnar um okkara skinkluta búskap og eitt nýtt Exit Føroyar ræði,” legði formaðurin afturat. “Kemur ikki ein broyting skjótt so verða tað arbeiðsgevararnir og løntakararnir sum mugu lyfta alla byrðina.”