Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enn hevur tú møguleikan at ogna tær atgongumerki til Marcus og Martinus

Síðstu 100 atgongumerkini til Marcus & Martinus

Leygardagin koma norsku heimstjørnurnar Marcus & Martinus til Føroya. Teir báðir eru í løtuni á einari stórari Evropa turné, og leggja leiðina framvið Høllini á Hálsi, har teir fara at framføra fyri 2000 børnum.

Atgongumerkjasølan gekk við rúkandi ferð, og nú verða tey allarsíðstu atgongumerkini sett til sølu. Einans 100 atgongumerkir eru eftir, og tey verða sett til sølu hósdagin 26. september kl. 18:00 á ebillet.fo.

So um tú ikki hevur ognað tær atgongumerki enn, so er at gera skjótt av. Ver til reiðar stundisliga kl. 18:00, tí har verða bert sett 100 atgongumerki til sølu.

Slepp undan bíðirøð

Leygardagin verða sera nógv fólk í Høllini á Hálsi, og tí mæla fyrireikarnir til, at tú heintar armband áðrenn tú kemur á konsert. Armbondini kunnu heintast í Nema í Tórshavn og í Klaksvík. Nema hevur opið gerandisdagar frá 10:00 til 17:30.

Á konsertdegnum kunnu armbondini heintast á Torginum í SMS millum 10:00 og 16:00.

Til ber at keypa eina Marcus & Martinus t-troyggju. Hon fæst í Hotel Djurhuus, og á konsertdegnum ber til at keypa hana á Torginum í SMS, og í Høllini á Hálsi, um nøkur er eftir. Kostnaður fyri t-troyggjuna er kr. 250,-.

Skráin:

17:00 Dyrnar lata upp

17.45 DJ Kingz

18:15 Marcus & Martinus

20:00 Liðugt

Í høllini ber til at keypa slush ice, chips, sodavatn, pitabreyð, blanda bomm og light sticks.