Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kommunu­fel­agið: Upp­skot um rusk er burt­ur­kast

Eitt upplegg til nýggja kunngerð um burturkast tvingar kommunur og brenni­støðir at gera íløgur fyri tíggjutals milliónir fyri at uppfylla herd krøv til handfaring av ruski, hetta uttan at nøkur játtan úr landskassanum fylgir við.

“Harafturat eru krøvini so strong og umfatandi at flestøll kommunal endurnýtlsu- og bingjupláss kring landið mugu lata aftur,” sigur Kommunufelagið, sum nú hevur givið ummæli til uppskotið frá landsstýrinum.

“Við øðrum orðum skulu kommunurnar rinda fyri umhvørvispolitikkin hjá landinum,” viðmerkti felagið víðari. “Og tøkkin til borgaran, sum skal gjalda, er at kommunan sannlíkt steingir staðbundna endurnýtsluplássið. Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki góðtaka, og felagið krevur tí at landsstýrið alt fyri eitt steðgar á og fær hetta málið aftur á beint.”

“Sum vit lesa uppskotið til kunngerðina, verður avleiðingin av henni at kommunali geirin – tað vil siga IRF og kommunurnar hvør sær – samanlagt skal gera íløgur fyri tíggjutals milliónir krónur í innsavning, móttøku og handfaring av burturkasti,” segði Kommunufelagið.

“Eftir øllum at døma uttan at so mikið sum ein króna verður játtað frá landinum til endamálið,” legði felagið afturat.