Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vestnorden 2024: ‘Ferða­vinna er tjóð­ar­bygg­ing og burð­ar­dygd’

“Ímóti øllum fortreytum, hava vit gjøgnum túsund og hundraðtals ár megnað at ikki bert yvirlivað men eisini livað og bygt burðardyggar tjóðir, mentanir og nýmótans samfeløg við okkara egnu málum og arvi og list og siðum og marfaldum lokalsamfeløgum,” segði Høgni Hoydal landsstýrismaður í morgun tá hann setti Vestnorden 2024 stevnuna í Norðurlandahúsinum.

Hann sipaði sum vera man til Føroyar, Ísland og Grønland og legði afturat: “Og vit hava verið før fyri at hava samband hvør við annan sum tjóðir og grannar og at hava samband við heimin. Sum sjálvandi er alneyðugt fyri alla menning og fyri okkara framtíð.”

“So, fyri okkum í Útnorður økinum er ferðavinna tjóðarbygging og gerningur fyri heimin,” segði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum.

Høgni Hoydal vísti eisini á at síðan Vestnorden stevnan fór av bakkastokki í 1986 hevur hon ment seg til at gerast fremsta møti- og marknaðarpláss fyri ferðavinnuna í Útnorði.

“Hon er eitt stað fyri samstarv, har Grønland, Ísland og Føroyar taka saman hendur til at menna alt økið so væl sum at flyta fram tað ið hvør av hesum tjóðum hevur at bjóða,” legði hann afturat.

Sambært fyrireikararnar er talan hesuferð um eina metstóra Vestnorden stevnu.