Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árni: Tað er upp til Víking um vit skulu vinna FM – men vit eru klárir at taka av

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í útsetta oddadystinum Víkingur-KÍ 1-2 (0-1). Hoyr Gert taka samanum dystin, og hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við ein vónbrotnan Sølva Vatnhamar hjá Víkingi, ið slær fast, at hann og liðfelagarnir mugu koma skjótt upp á hestin aftur. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við fyrra málskjúttan hjá KÍ, Árna Frederiksberg sum slær fast: – Tað er upp til Víking um vit skulu vinna FM – men vit eru klárir at taka av

Myndir: Rúni á Reynatrøð.