Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Komm­unu­val 12. nov­ember

Løgmálaráðið hevur ídag lýst kommunu­val at fara fram tann 12. nov­emb­er í ár.

“Við heimild í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur § 3, stk. 2, verður kunn­gjørt, at kommunuval verður týsdagin tann 12. november 2024,” ljóðar tann almenna kunn­gerðin.

“Atkvøðugreiðslan fer fram sambært valevnislistum, ið mugu vera val­nevndar­for­mann­inum ella komm­ununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 týsdagin tann 22. oktober 2024,” verður lagt afturat.