Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinta og Maria í B36 Varpinum

Í B36 Varpinum í dag, høvdu vit vitjan av Beintu Klemmentsen og Mariu P. Hellisdal. Tær báðar spæla við okkara U16 gentum, og hava eisini fingið onkran dyst á besta kvinnuliðnum.

Beinta og Maria eru báðar partur av tí stóra satsinum, sum B36 tey seinastu árini hevur gjørt uppá gentufótbóltin. Práta var um, hvat tær halda vera stuttligt við fótbóltinum, um samanhaldið á liðnum og um teirra fótbóltsdreymar. Eisini komu vit inn á nakrar av teimum góðu upplivingum, sum tær longu hava havt á fótbóltsleiðini.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.