Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis á FM1 leygardagin: B71-AB (Klokkan 13), ÍF-B68 (Klokkan 15) og B36-HB (Klokkan 17)

Stórur frásagnardagur verður á FM1 leygardagin, har okkara frásøgumenn siga frá heili trimum fótbóltsdystum. Klokkan 13 fer Trygvi Absalonsen saman við viðmerkjaranum, Frankie Jensen at siga frá dystinum í 1. deild millum B71 og AB, ið verður spældur inni í Dal á Sandi. Klokkan 15 sigur Regin Sivertsen frá botnuppgerðini í Betrideildini hjá monnum millum ÍF og B68, ið verður spældur í Fløtugerði í Fuglafirði, og klokkan 17 sigur Trygvi Absalonsen frá dystinum millum B36 og HB, ið verður á ovara vølli í Gundadali í Havn.