Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Umstrídd lóg um sjó­kort

Umhvørvisstovan hevur kallað til fund við føroyskar alarar eftir at ein av alarunum bað stovnin um neyvari kunning hvat viðvíkur lógarverkinum um sjókort, sum herfyri varð yvirtikið á føroyskar hendur. Eitt starvsfólk á Umhvørvisstovuni váttar fyri FM1 at fundurin er settur til tann 9. oktober.

Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur fingið svar frá landsstýriskvinnuni við arbeiðsmarknaðarmálum Ingilín Strøm, um hvat tað fer at kostaa at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.

Gistingarnar á gistingarhúsunum í august settu met.

Sjálvt um Norrøna flytur út á Skansabryggjuna at liggja, verður framvegis ruðuleiki, um tjóðleikhús verður staðsett á eystaru bryggju, sigur stjórin í Tórshavnar havn.

Alment hátíðarhald verður í Varpinum í Klaksvík, mikukvøldið 23. oktober kl. 19, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønir landsins fyri 2024 til lista- og mentafólk.

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í Slovakia fyri at spæla tveir venjingardystir móti slovakiska kvinnulandsliðnum, ið eisini skal kappast í EM-endaspælinum í november og desember.