Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heimskenda Maggie Smith er deyð

Dame Maggie Smith, ein av størstu sjónleikarunum í okkara tíð, er deyð 89 ára gomul

Dame Maggie Smith, ein av størstu sjónleikarunum í okkara tíð, er deyð 89 ára gomul. Hon andaðist friðarliga á sjúkrahúsið í London, umgird av familju og vinum.

Maggie Smith var kend fyri sínar leiklutir sum Professor McGonagall í “Harry Potter” filmunum og sum Violet Crawley, Dowager Countess, í “Downton Abbey”.

Hon vann tvær Oscars-heiðurslønir fyri sínar framførslur í “The Prime of Miss Jean Brodie” (1969) og “California Suite” (1978). Harumframt vann hon fýra Emmy-heiðurslønir, harav tríggjar fyri sín leiklut í “Downton Abbey”.

Maggie Smith var fødd í Ilford, East London, og byrjaði sína yrkisleið á Oxford Playhouse School. Hon gjørdist skjótt ein av teimum mest virdu sjónleikarunum í Bretlandi, við leiklutum í bæði teatri og filmi. Hon var eisini kend fyri sínar framførslur á Broadway og í National Theatre í London.

Familjan hjá Maggie Smith, synirnir Chris Larkin og Toby Stephens, hava í eini fráboðan sagt

– Vit eru ómetaliga sorgarbundin um at boða frá, at okkara elskaða mamma er deyð. Hon var ein ótrúlig mamma og omma, og vit fara at sakna hana nógv

Maggie Smith er ein av mest dugnaligu og væl dámdu sjónleikarum í okkara tíð, og soleiðis fara vit eisini at minnast hana framyvir.