Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hannes Agnarson: – Súrt ikki at vinna nú tá NSÍ tapti fyri EB/Streymi

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá málunum í dystinum B36-HB 2-2 (2-1), og hoyr samrøðurnar hann gjørdi við seinna málskjúttan hjá B36, Hannes Agnarson og Hanus Sørensen hjá HB. Hannes iðrar seg eyka nógv nú NSÍ tapti 1-4 fyri EB/Streymi, at B36 ikki vann á HB. Hanus Sørensen heldur, at B36 var væl betri í fyrra hálvleiki, og HB var væl betri í seinna hálvleiki. Tí heldur hann, at javnleikur samlað var eitt rættvíst úrslit.

Myndir: Trygvi Absalonsen.