Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Julian Frankieson Knudsen: B71 satsar 100 prosent upp á at flyta upp

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Frankie Jensen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í dystinum B71-AB 1-1 (0-0). Hoyr eisini Frankie taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Julian Frankieson Knudsen, ið skoraði málið hjá B71, og høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen. Julian slær fast, at teir i B71 satsa 100 prosent upp á at flyta upp. Øssur heldur, at AB var betra liðið í dag. Um uppflytingarmøguleikarnar sigur Øssur, at teir taka ein dyst í senn, og so má tíðin vísa hvussu langt tað ber hjá AB. Øssur viðgongur, at javnleikurin í dag gagnaði ikki AB nógv.

Myndir: Trygvi Absalonsen.