,

22 dagar eftir til at skifta olju­tanga ella fáa freist longda

Skrivað

FM1

Dagfesting

Aftaná at borgarar hava vent sær til kommunustýrið fyri at spyrja um ráð, hevur Runavíkar kommuna lagt út leiðbeining til tey sum sambært lóg noyðast at skifta oljutanga í næstum.

“Frá 1. januar 2025 verða ávísir oljutangar ólógligir sambært kunngerð um dálking frá oljutangum,” staðfestir Runavíkar kommuna.

“Um tú hevur ein av hesum oljutangum, men av eini ella aðrari orsøk ikki fært hetta upp á pláss innan ásettu freistina í kunngerðini, so ber til at fáa freistina longda í serligum føri,” skrivar kommunan á sínari heimasíðu.

Sambært kommununa varð kunningin løgd út á heimasíðuna eftir at fleiri borgarar høvdu spurt um hvussu tey kunnu fáa freistina longda til at skifta oljutanga sum ikki uppfyllir Kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribygja dálking frá oljutangum.

“Freistin kann í serligum føri leingjast,” stendur víðari at lesa. “Um ætlan er at skifta til felagshitaskipan; ta tíðina tað tekur at brenna oljuna í tanganum; um bindandi avtala er gjørd um nýggjan oljutanga við veitingartíð; um bindandi avtala er gjørd um nýggja hitaskipan við veitingartíð.”

Neyðugar upplýsingar skulu fylgja við umsóknini, leggur Runavíkar kommuna afturat, nevniliga: “Eigari, adressa og matrikulnummar; avrit av avtalum um at knýta í felagshitaskipan; meting um tíðina tað tekur at brenna oljuna í tanganum; avrit av bindandi avtalum, við veitingartíðum.”

Fólk í Runavíkar kommunu hava møguleikan innan árslok at senda inn umsókn um at leingja freistina at fáa oljutangan skiftan.