Ein 24 ára gamal maður doyði eftir eina fýrverksvanlukku í Odense nýggjársnátt. Tað upplýsir yvirlæknin Morten Schultz Larsen frá Universitetssjúrkahúsinum í Odense sambært DR.
Vanlukkan hendi sambært løgregluni á Fyn stutt eftir midnátt, og 24 ára gamli maðurin doyði stutt eftir, hann var komin á skaðastovuna.
Yvirlæknin upplýsir, at fýrverkið sprongdist beint upp í høvdið á unga manninum, og at skaðin var sera álvarsamur. Hann leggur afturat, at tað eru nógv ár síðani, at tey hava sæð so álvarsama fýrverksvanlukku.
Løgreglan upplýsir, at fleiri fólk vóru í økinum, og at ein annar persónur fekk minni skaðar. Løgreglan kannar, hvat slag av fýrverki talan var um, og um tað var lógligt ella ólógligt.