3. umfar í Betrideildini: Innanmenn smurdu uttanmenn av

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

11-0 stóð á máltalvuni við Løkin í Runvaík, tá ið toftamenn smoygdu sær so nipnir út aftur á Toftir. Hesin stórsigurin fer at standa eftir í fótbóltssøguni, sum ein av teimum kendu. Eingin hevði væntað hann, og B68 hevur seinnu árini staðið seg væl móti NSÍ við Løkin, og sendi millum annað NSÍ niður í 1. deild fyri trimum árum síðan, og bjargaðu sær eisini pláss í Betrideildini í seinasta umfari í fjør í dysti við Løkin.

Men nú hevur NSÍ so væl or virðiliga hevnt allar ósigrar móti B68, og innanmenn fara í langar tíðir at kunnu minna uttanmenn á hendan søguliga 11-0 sigurin. Tað skal ikki undra, um onkur kaka á onkrum arbeiðsplássi í eystara armi á Skálafjørðinum er prýdd við askirftini 11-0 í dag.

Við til søguna hoyrir, at Jákup Norðoy Vilhelmsen hjá B68 fekk reytt kort longu í 11. minutti fyri eina ljóta takkling, og tað sama fekk Sebastian Lau Nielsen tíggju minuttir inn seinna hálvleik.

Hjá NSÍ skoraðu Petur Knudsen 3, Brandur Olsen 2, Klæmint Andrasson Olsen 2, Emil Weihe Joensen, Beinir Nolsøe, Aron Knudsen og eitt mál var sjálvmál.


KÍ hevur eins og NSÍ framvegis fult stigatal eftir 2-1 sigur heima móti EB/Streymi. Páll Klettskarð legði KÍ fram um beinanvegin í dystinum og Búi Egilsson javnaði tveir minuttir seinni. Seint í fyrra hálvleiki skorðaði Deni Pavlovic sigursmálið til 2-1.

Langt inn í longdu leiktíðini fullu tvey reyð kort. Meinhard Geyti knallaði beinini undan Árna Frederiksberg, og fekk uppiborið beinleiðis reytt. Myndirnar vístu, at Árni helst eisini átti at fingið reytt, tí hann tók í tað allar heilagasta hjá Meinhardi, sum so hevndi seg. Venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, gjørdist so illur, at eisini hann fekk reytt kort.


HB hevur eisini fult stigatal, eftir greiðan 4-0 sigur móti FC Suðuroy. Jákup Thomsen legði HB fram um, eftir ein stóran feilí verjuni hjá FC Suðuroy. Í seinna hálvleiki øktu Noah Mneney, Emil Grøn Pedersen og Heini Sørensen.


B36 vann sera trupla útidystin móti TB við Stóra í Trongisvági í dag. Mattias Hellisdal skoraði einasta málið í dystinum, tá ið 14 minuttir vóru spældir.

Móti endanum av dystinum legði TB stórt trýst á málið hjá B36, men tað eydnaðist ikki at javna, og B36 kundi fara norður um Suðuroyarfjørð aftur við trimum teimum fyrstu stigunum í ár.


Tað eydnaðist heldur ikki hesaferð hjá meistarunum Víkingi at vinna. Einki mál kom í Sarpugerði, tá ið 07 Vestur vitjaði. Víkingur hevði bóltin allan dystin, men inn vildi bólturin ikki, og meistararnir hava bara tvey stig eftir tríggjar dystir.







Stigatalva Betrideildin menn

DVJTMFMMStig
1NSÍ3300183159
2HB33009369
333008359
4EB/Streymur31115414
5B36310257-23
6B683102414-103
7TB302134-12
8Víkingur302114-32
907 Vestur301225-31
10FC Suðuroy300308-80