1. til 3. mai stendur 40 føroyingum í boði at vera við í átakinum ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum.
Sjálvboðin úr øllum heiminum koma til Føroya at fyrireika Føroyar til háárstíðina í ferðavinnuni.
Átakið byrjaði í 2019 og hevur prógvað sítt virði sum eitt gott amboð at loysa týdningarmiklar uppgávur.
Í ár søktu yvir 15.000 útlendingar um tey 80 plássini fyri altjóða sjálvboðin. Eisini er áhugin vaksandi hjá føroyingum at vera við í tiltakinum.
Arbeiði fevnir millum annað um at gera gøtur, varðar, vegvísarar og serstakar verkætlanir. Eitt nú verður víðagitni Eiðisdammurin í Koltri endurskaptur, gøtan við Gjógv umvæld, og bygdagøtan í Leynum skal drenast.
Øll arbeiði enda við eini veitslu. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin er sett til 17. apríl.
Les eisini: Hesar verkætlanir eru við í Closed for Maintenance
