Seinastu árini hevur upphiting av øllum jarðarknøttinum verið nógv frammi, men soleiðis hevur ikki altíð. Fyrr kundi kavin liggja leingi og liggjandi kavin darvaði eisni dystarskránni.
Í 1958 gjørdist Everton fyrsta felag í Onglandi, sum fekk sær undirgrundarhita undir vøllin. Tað var kanska í tøkum tíma, tí 5 ár seinni upplivdi bretsku feløgini “Stóru frosttíðina”, tá frostveðrið nærum forkom fótbóltsspælinum. Í tríggjar mánaðir vórðu fleiri hundrað dystir steðgaðir, avlýstir ella fluttir. Blandingin av kava og frosti hevði við sær, at bretar upplivdi ringastu frosttíðina síðani árið 1740.
Kavin legðist um alt Bretland beint fyri jól í 1962. Avlýsingarnar raktu í stríðum streymi og bara tríggir FA Cup dystir av 32 dystum í 3. umfari vórðu leiktir sum ætlað tann 5. januar 1963, og tann seinasti í umfarinum varð leiktur 11. mars, tá Middlesbrough vann á Blackburn eftir umdyst. Lincoln ímóti Coventry varð avlýstur 15 ferðir og fjúrtan av hinum høvdu 10 ella fleiri útsetingar við sær. Frá 8. desember, tá Bolton Wanderers vann 1-0 á Tottenham, til 16. februar, tá teir taptu 2-3 fyri Arsenal, spældi Bolton ongan kappingarføran dyst. Samanlagt vóru heili 261 útsetingar tær komandi tríggjar vikurnar.
Feløgini royndu allar snildir, m.a. royndi Chelsea seg við tjørubrennara, Blackpool royndi seg við eldvarpara og Stoke royndi seg við eldkeri. Eydnaðist tað kortini at fáa vøllin nøkulunda í stand, vóru kringumstøðurnar so mikið hættisligar, at feløgini noyddust at avlýsa.
Fótbóltsveddingartænastunar spældi ein stóran leiklut í 1960-árunum og tær vórðu sjálvandi somuleiðis hart raktar. Eftir tríggjar leygardagar, har veddingarseðlarnir vórðu lýstir at vera ógildigir, gjørdist ein “veddingarnevnd” veruleiki. Í fyrstu nevndini sótu fýra fyrrverandi leikarar: Ted Drake, Tom Finney, Tommy Lawton og George Young umframt ein fyrrverandi dómari, Arthur Ellis. Í fýra sunnudagar “avgjørdu” teir úrslitini og tað gjørdu teir regluliga í nakrar vetrar.
Fyrsta leygardagin, har veddingarnevndin skuldi viðgera umfarið tann 26. januar 1963, lýsti formaðurin, Lord Brabazon, sjey javnleikir, 23 heimasigrar og átta útisigrar. Tað var ikki fyrr enn 16. mars – næstan tríggjar mánaðir eftir, at stóra frosttíðin byrjaði – at ein fullfíggjað skrá av fótbólti varð spæld aftur. Kappingarárið varð kortini longt til endan av mai.