5 umfar í Betrideildini: Langt um leingi vann B36 móti HB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fýra dystir í 5. umfari í Betri deildini hjá monnum vóru spældir í gjár. Stóra søgan var, at B36 vann dystin um Havnina móti HB fyri fyrstu ferð síðan 2019. NSÍ hevur framvegis fult stigatal. FC Suðuroy vann í Vágum, og EB/Streymur vann týðandi stig móti B68. Leygarkvøldið vann KÍ stórdystin móti Víkingi.


Í einum ikki alt ov góðum grannadysti í Gundadali eydnaðist B36 at vinna 3-2 móti HB. Bogi Reinert Petersen legði B36 fram um longu eftir tíggju minuttir, og nýggju minuttir seinni javnaði Heðin Hansen. Mitt í seinna hálvleiki skallaði Ragnar Samuelsen B36 fram um, áðrenn Mathias Voss javnaði eftir kontraálop. Beint fyri tíð avgjørdi Hannes Agnarsson dystin, eftir at málverjin hjá HB ikki helt bóltinum. Harvið kundu viðhaldsfólkini hjá B36 fyri fyrstu ferð í meira enn fimm ár fegnast um ein sigur móti grannunum.


NSÍ hevði ikki stórvegis trupulleikar við Stórá í Trongisvági. 1-5 stóð á máltalvuni, tá ið dysturin var av. Steffan Løkin skoraði tvey, meðan Aron Knudsen, Jann Benjaminsen og Jesper Van Der Heyden skoraðu eitt í part. Málið hjá TB skoraði Samudeen Musah.


FC Suðuroy fekk eina frálíka byrjan, tá ið Teit Hjelm beinanvegin í dystinum skoraði. Stutt fyri hálvleik javnaði Silas Gaard fyri 07 Vestur við brotssparki. Men FC Suðuroy gavst ikki so. Í 74. minutti fekk Filip Drinic hjá 07 Vestur sítt ananð gula kort og mátti av vøllli. Tað gangnýtti FC Suðuroy og Eliasu Aminu Champang skoraði sigursmálið seks minuttir fyri tíð við góðum langskotið eftir jørð.


EB/Streymur vann eisini ein kærkoman sigur heima móti B68. Boubacar Dabo skoraði einasta málið í dystinum tíðliga í seinna hálvleiki. Hjá B68 fingu Jóhan Josephsen og Magnus Holm Jacobsen reytt kort


Leygardagin vann KÍ greiðan sigur móti meistarunum úr Víkingi. Les um tann dystin í serstakari grein: Sannførandi KÍ sendi Víking úr meistarastríðnum