Fólkatalið kvinkar enn uppeftir og var tann 1. mars 54.784. Tað er ein vøkstur á 334 fólk ella 0,6 prosent seinastu 12 mánaðirnar.
Vøksturin hevur verið støðugt minkandi, síðan toppin í 2019, tá ið vøksturin var 1,8 prosent. Seinasta árið er fólkatalið hækkað bæði við einum burðaravlopi á 159 og eini nettoflyting á 175 fólk.
Í 18 av 29 kommunum vaks fólkatalið, og kommunurnar Tórshavn, Runavík og Sjóvar stóðu fyri størsta vøkstrinum.
Í níggju kommunum minkaði fólkatalið, og Vágs kommuna hevði størstu afturgongdina.
Hagstovan vísir eisini á , at tilflytingin minkar spakuliga, meðan fráflytingin heldur fram við at minka.
Harumframt vísir trendurin fyri føðital, at tað aftur er farið at vaksa, eftir eina minking síðan 2020, meðan deyðatølini hava verið støðug.