71,6 metrar um sekundið í hvirlunum á Heltnini á Oyndar­fjarðar­vegnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nógvur vindur hevur verið í nátt, og nógv hevur staðið á vindmátarunum hjá Landsverki.

Á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum vóðru máldir heilt upp í 71, 6 metrar um sekundið klokkan 6.14 í morgun. Á Norðradalsskarði vórðu máldir 60,4 metrar um sekundið klokkan 5.05 í morgun, og á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum vórðu máldir 59,4 metrar um sekundið klokkan 3.52 í morgun.

Veðrurstova Føroyar boðar frá minkandi vindi í morgun.


Á myndunum síggjast vindmátingarnar hjá Landsverki í Heltnini, á Norðradalskarði og á Ørðaskarði í nátt.