80 ára minningarhald fyri Holocaust í Auschwitz

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag er Holocaustdagur og 80 ár síðan teir fangarnir, sum enn vóru á lívi í nazistisku týningarleguni Auschwitz, fingu fræsið aftur.

Í Føroyum skipar Nám fyri sættu ferð fyri føroyskum holocaustdegi í fólkaskúlanuum.

Les meira um holocaustdagin hjá Námi

Í sambandi við 80 ára dagin er minningarhald í Auschwitz í dag. Høvuðshátíðarhaldið fer fram á staðnum í Suðurpóllandi, har nazistarnir myrdu meira enn eina millión fólk, flest teirra jødar, men eisini póllendingar, romafólk, sovjetiskar krígsfangar, samkynd og onnur, ið Hitler vildi beina fyri.

Umleið 50 fólk, sum yvirlivdu holocaust, og politiskir leiðarar verða við í minningarhaldinum.

Auschwitz varð upprunaliga stovnað sum ein arbeiðs- og týningarlega í 1940. Legan varð fyrst brúkt til at fanga póllendingar. Síðan bygdu týskarar fleiri legur í økinum, og tann mest óhugnaliga var Birkenau, har fólk vórðu myrd í stórum tali í gaskømurum.

Tey, ið komu til Birkenau, vórðu flutt í trongum djóravognum við ongum vindeygum. Nazistarnir valdu tey, ið kundu brúkast til tvangsarbeiði, meðan hini, eldri fólk, kvinnur, børn og pinkubørn, vórðu dripin við gassi stutt eftir komu.

Í dag er Auschwitz eitt minnissavn, ið milliónir fólk vitja á hvørjum ári. Savnið arbeiðir við at varðveita lutir og minnið um, hvat hendi har. Ein serliga kensluborin uppgáva hjá savninum er at varðveita skógvarnar hjá dripnum børnum.