8000 vitjaðu við Tjarnir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

8000 fólk vitjaði hølina við Tjarnir leygardagin, tá ið hon alment læt upp leygardagin, og tað kom óvart á leiðsluna.

– 8000 fólk! Tað kom okkum púrasta dátt við! Vit ovurfegnast um stóru undirtøkuna, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.

– Alt gekk upp á stás! Vit sóu bæði børn og foreldur hugna sær á gólvinum allan dagin, legði hann afturat.

Leygarmorgunin handaði Articon leiðsluni í høllini við Tjarnir alment lykilin til høllina. Enn eru tó onkrir snøklar eftir, og eisini er ein nýggj heimasíða í gerð.

Í tíðindaskrivi frá høllini við Tjarnir, verður sagt, at gerandisdagurin byrjar longu at taka skap. Telefonirnar kima í heilum, og fólk úr øllum landinum senda fyrispurningar um at leiga høli til ymisk endamál so sum fundir og føðingardagar.

– Eg fari at nýta høvið til at takka øllum, sum gjørdu dagin serligan. Vit gleða okkum til komandi tíðina, sigur Regin W. Dalsgaard at enda.