Familjan hjá týska Formula1 koyraranum, Michael Schumacher, eru nú í ferð við at fyrireika eina stevning móti týska blaðnum Die Aktuelle.
Hetta váttar familjan fyri Reuters.
Orsøkin er, at týska blaðið herfyri hevði eina mynd av Schumacher á forsíðuni, har yvirskriftin segði “Michael Schumacher, fyrsta samrøðan”.
Undir yvirskriftini stendur at lesa, at “tað ljóðar ótrúliga veruligt”, og í greinini framgongur tað, at talan er altso ikki um eina samrøðu við Michael Schumacher sjálvan, men at sitatini frá honum eru frá tilgjørdum vitleika – sokallaðum artificial intelligence.
Schumacher, sum er sjeyfaldaður Formula1 meistari, var í skívanlukku í 2013, har hann fekk ógvisligar skaðar í høvdið og varð lagdur í koma.
Schumacher varð fluttur heim av sjúkrahúsinum í 2014, men familjan hevur verið rættiliga privat um heilsustøðu hansara síðani.
