Teir hvítu úr B36 sendi KÍ út úr Løgmanssteypinum við einum 2-0 sigri, málini komu í seinna hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 0-0. Men í seinna hálvleiki kom Hannes Agnarsson á vøllin og gjørd beinanvegin mun, tá ið hann legði upp til Andras Johansen, ið skoraði og sendi B36 á sigurskós. Hannes var ikki liðugur her, hann skoraði til 2-0, ið eisini gjørdist endastøðan í Gundadali.
B36 eru tí víðari í Løgmanssteypinum, seinasta kappingarár komu teir til fjóðringsfinaluna. Teir hvítu hava annars vunnið steypakappingina 7 ferðir, seinast í 2021 við eisini núverandi venjara Dan Brimsvík.
Liðið hjá B36
Uppstilling – Mattias Lamhauge (mv), Jann Benjaminsen, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Eli Falkvard Nielsen, Bjarki Nielsen, Taufee Skandari, Benjamin Heinesen, Magnus Egilsson, Erlendur Magnusson, Andrass Johansen
Bonkur – Hans Jørgensen (mv), Andrias Eriksen, Hannes Agnarsson, Valerijs Sabala, Símun Sólheim, Aron Knudsen, Michal Przybylski
Venjari – Dan Brimsvík
Liðið hjá KÍ
Uppstilling – Markus Pettersen (mv), Patrick Da Silva, Vegard Forren, Mads Boe Mikkelsen, Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Luc Kassi, Sivert Guissiås, Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Claes Kronberg
Bonkur – Geza Turi (mv), Páll Klettskarð, Símun Kalsø, Olaf Hansen, Børge Petersen, Oddmar Færø, Óli Poulsen
Venjari – Magne Hoseth
