,

Nú koma vit upp á 54.700

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Næstan 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. september sambært almenn hagtøl. Talan er um ein árligan vøkstur, sum tó er minkandi.

“1. september búðu 54.679 fólk í Føroyum,” segði Hagstovan. “Tað eru 303 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 0,6 prosent, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði tá hann var 0,9 prosent.”

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juni, juli og august, varð víðari upplýst. Fleiri flyta til Føroyar um summarið umframt at fleiri flyta av landinum, millum annað í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum soleiðis at tað fyrst veksur meir enn vanligt fram móti august og síðani minkar aftur. Soleiðis er eisini í ár, skilst.

“Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar taldi 303 fólk og kom av einum burðaravlopi á 131 og eini nettoflyting á 172 fólk,” legði Hagstovan afturat.

Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var minni enn í undanfarna tíðarskeiði, varð staðfest. “Munurin á 180 fólk sæst aftur bæði í burðaravlopinum og nettoflytingini. Burðaravlopið var á leið 80 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga, tí færri vóru fødd. Nettoflytingin var um 100 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast færri fluttu av landinum enn í undanfarna tíðarskeiði, so vóru tað uppaftur færri sum fluttu til landið.”

“Meðan gongdin í deyðatalinum hevur funnið eina legu sum liggur um 35 í miðal um mánaðin, vísa trendarnir at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram,” stóð víðari at lesa. “Trendurin fyri føðitalið er seinastu trý árini farin úr 54 børnum niður í 44 børn í miðal um mánaðin.”

Gongdin í bæði til- og fráflytingini er minkandi. Tilflytingin er tó minkað nakað meiri enn fráflytingin, og tað minkar um nettoflytingina. Seinasta hálvtannað árið er nettoflytingin fyri hvørt tólv mánaða skeið minkað niður í helvt.