Føroya kendasta lamb hevur fingið navn – og ein kettuvin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Lambið, sum Eliana Svøðstein farna hósdag hjálpti við at lemba í einum vegjaðara, hevur nú fingið navnið Buldrik, og Buldrik hevur tað eftir øllum at døma gott nú á sætta degi.

Tá graslíkið varð skift á vøllinum við Løkin í Runavík í fjør, varð gamli vøllurin skorin í petti, sum eftir ætlan skal brúkast til at skifta graslíki á teimum mongu sparkivøllunum í kommununi

Eliana Svøðstein sigur, at Buldrik hevur so at siga havt eld í halanum, síðan tað varð lembt, og at Buldrik er sprelskur, djarvur, forvitin og kúllasligur, sum eitt veðurlamb nú einaferð eigur at vera.

[irp posts=”9496″]

Og harumframt eru Buldrik og kettlingurin hjá bóndanum eisini vorðnir vinir.

Ærin, sum lembdi Buldrik, er eisini framvegis á lívi, men støðan hjá æruni er nakað ivasom.

Ærin hevur fingið fyri mjólkafepur, og hon roynir at standa á egnum beinum av og á.

[irp posts=”9595″]

Men ærin hevur eitt stórt brokk, so tað er ivasamt, hvør endin hjá ærini verður. Ærin etur kortini nógv, sigur Eliana Svøðstein, og Buldrik sleppur eisini framat at súgva av og á. Annars fær Buldrik eyka frá bóndanum.