Uros Stojanov og Magnus Holm Jacobsen sendu argjamenn út við einum 2-1 sigri til 07 Vestur.
Gott veður var Inni í Vika í kvøld, tá ið AB og 07 Vestur spældu um at koma í hálvfinaluna um Løgmanssteypið.
Fyrsta korteri av dystinum kom AB til nakrar møguleikar og sóu út til at verða meira uppsettir.
Sam Pollard hevði nakrar atsóknir við nøkrum direkta hornasparki í høgra borðið, men bleiv bjarga á strikuni í tveimum umførum av 07 Vestur verjuni.
Størsta kjansin hjá 07 Vestur í fyrra hálvleiki fall, tá ið Høgni Egilstoft Nielsen fekk bóltin eftir misskiljing í AB verjuni. Hann sneiði málverjan hjá AB av, men skjeyt á stongina í púra opnum málið.
0-0 var støðan í hálvleikinum.
Vágamenn komu meira inn í dystin í seinna hálvleiki. Eftir bert 5 minuttum inni í øðrum hálvleiki, fekk Uros eitt perfekt innlegg úr vinstru síðu, sum hann skallaði í málið til 1-0.
Eftir hálvtfjóra ára fráveru og drúgvan skaða í rygginum, kom Filip í Liða endiliga á vøllin.
Men hann var ikki meira enn komin á vøllin, tá ið Magnus Holm Jacobsen við einum dundurskoti sendi 07 Vestur á sigurskós.

Argjamenn pressaðu á teir síðstu 20 minuttirnar og tað eydnaðist eisini í yvirtíðini at fáa brotspark, tá ið Filip í Liða bleiv feldur. Brian Jakobsen setti bóltin sikkurt í netið til støðuna 1-2.
07 Vestur hildu á teir síðstu minuttirnar, til Bjarki Danielsen floytaði dystin av.

Byrjunaruppstilling hjá AB – Antonio Borrelli (mv), Nicklas Mehl, Ramzi Toure, Sam Pollard, Bjarni Skála, Ragnar Skála, Teitur D. Olsen, Tróndur á Høvdanum, Bartal S. Petersen, Jákup Pauli Breckmann, Brian Jakobsen
Bonkur – William Tønning (mv), Emil Sørensen, Santiago Lebus, Filip í Liða, Gunnar Reynslág, Rói Nielsen, Viktor Benediktsson
Venjari – Henrik Larsen
Byrjunaruppstilling hjá 07 Vestur – Steven van Dijk (mv), Eiler Fróðason, Dánial Pauli Lervig, Rasmus Knudsen, Daniel Obbekjær, Høgni Nielsen, Janus Svabo Samuelsen, Uros Stojanov, Teitur Olsen, Magnus Holm Jacobsen, Albert Theis Nielsen
Bonkur – Ari Petersen (mv), Hjalmar Gudmundsen, Julian Mouritsen, Jónas Prior, Jón í Horni Nielsen, Jóannis á Steig, Oddur Petersen
Venjari – Michael Schjønberg
Dómari – Bjarki Danielsen
Dystargongdin
AB – 07 Vestur 1-2 (0-0)
50′ Uros Stojanov 0-1
67′ Magnus Holm Jacobsen 0-2
92′ Brian Jacobsen 1-2 (brotsspark)