Ráðgevandi fyritøkan Njord, við maskintøkninginum Arna Carlsen á odda, hevur úr at gera at designa fiskavirkir í ymiskum londum. Her heima hevur Njord staðið fyri design av eitt nú uppsjóvarvirkjunum Varðin Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirði umframt tí nýggja uppsjóvarvirkinum Snarfrost í Miðvági.
Njord hevur síðan stovnan í 2013 designað nýmótans framleiðsluvirkir innan fiski- og alivinnuna bæði vestanfyri og eystanfyri, norðanfyri og sunnanfyri.
“Vit hava sett fabrikkir upp ymsastaðni – í Vestur Europa, í Fjareystri og í Suður Amerika,” segði Arni Carlsen við FM1.
Felagið hevur í langa tíð samstarv við maskintøkni mennaran Skaginn í Íslandi. Óvissa um hetta samstarvið tók seg upp herfyri aftan á at Skaginn bleiv yvirtikið av týska risanum Baader, sum tó innan leingi læt virkið fara av knóranum.
“Vit vita í løtuni ikki rættiliga hvat sum hendir har,” viðmerkti Arni Carlsen. “Tað seinasta vit frættu var at nýggjur eigari er komin inn í myndina. Vit fáa at síggja hvussu tað gongur.”