Atlantic Airways hevur ídag skrivað undir avtalu um codeshare samstarv við Icelandair, boðar tað føroyska flogfelagið frá.
Avtalan inniber millum annað at tað fer at bera til hjá báðum flogfeløgunum at selja ferðaseðlar á flogførunum hjá hvørjum øðrum, sum merkir at tað nú fer at bera til at keypa ein ferðaseðil beinleiðis frá Atlantic Airways úr Vágum og allan vegin til útvald ferðamál í USA og Kanada. “Harumframt verður tænastan til tey ferðandi betri og smidligari,” varð upplýst.
“Atlantic Airways fegnast um samstarvið við okkara brøðratjóð í útnorði, sum knýtir okkum enn nærri saman,” legði flogfelagið afturat.
“Við avtaluni styrkja vit okkara felags grundarlag, sum hevur stóran týdning ikki bara vinnuliga, men eisini sum lond,” segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, í sambandi við at avtalan varð undirskrivað á Arctic Circle Assembly, sum í hesum døgum verður hildin í Reykjavík.
“Tað er ongin loyna at bæði USA og Kanada eru stórir marknaðir, so fyri okkum er tað ein stórur fyrimunur at gerast partur av fjølbroytta rutunetinum hjá Icelandair.”
“Harafturat letur avtalan letur upp fyri nógvum spennandi møguleikum bæði fyri føroyingar sum vilja út í heim og fyri útlendingar ið vilja koma til Føroya,” segði Jóhanna á Bergi, “tí á henda hátt verða vit bæði sjónligari uttanlands, og føroyingar fáa eisini eitt betri og samanhangandi tilboð. Við avtaluni fáa vit eisini gagnnýtt styrkirnar hjá báðum flogfeløgunum við at gera Føroyar meira atkomuligar fyri ferðafólk úr Norðuramerika, samstundis sum tað gerst einfaldari fyri føroyingar at ferðast til USA og Kanada.”
“Londini í útnorði hava tað til felags at vit eru bundin at eini munagóðari loftbrúgv til umheimin fyri framgongd í okkara egnu londum, segði Bogi Nils Bogason, stjóri í Icelandair. “Við at samstarva og at fáa eina formliga avtalu, styrkja vit loftvegis sambandið í útnorði, sum er ein týdningarmikil grundarsteinur undir víðari menning av hesum partinum av heiminum.”
Umframt at undirskriva samstarvsavtalu við Icelandair, komu Atlantic Airways og Air Greenland eisini ásamt um at styrkja samstarvið sínámillum við interline avtalu. Eins og við codeshare ger ein interline avtala ferðina munandi lættari fyri fólk ið skulu ferðast við meira enn einum flogfelag fyri at koma til sítt endaliga ferðamál, hetta millum annað tí tað ger tað møguligt at skriva viðførið inn allan vegin, og tann ferðandi kann fáa øll ferðakort (boarding kort) á byrjanarflogvøllinum.
“Ein interline avtala við Air Greeland letur upp fyri beinleiðis ferðing sama dag til og úr Nuuk via Keypmannahavn ávísar dagar í vikuni,” segði Jóhanna á Bergi. “Vit vita eisini at tað eru nógvir føroyingar ið sigla í Grønlandi, og hetta fer at verða ein stórur fyrimunur fyri teir, tí nú fer at bera til at ferðast til Grønlands uttan at steðga eina nátt í Keypmannahavn.”
Báðar avtalurnar koma eftir ætlan í gildi fyrsta ársfjórðing 2025, sambært Atlantic Airways.