,

Kendur ávirkari sigur frá um sosial­miðlar

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

‘Ávirkari sum vinnuvegur’ er yvirskriftin á Ársins Íverksetaradegi hjá Íverksetarahúsinum, ið verður hildin í Løkshøll í Runavík hósdagin.

Í ár heldur tann danski yrkjarin Anders Hemmingsen høvuðsfyrilesturin á tiltakinum. Yrkjarin við einum tí best umtókta Instagram-vanganum í Danmark, fer at geva “eitt forkunnugt innlit í sína arbeiðsgongd,” og fer at siga frá um sína ferð frá 0 til yvir 1,8 millónir fylgarar á sosialum miðlum.

Við sær hevur Anders Hemmingsen sín starvsfelaga Marie Johanne Bavnhøj, ið fer at greiða frá handilsligu møguleikum og avgerðum tey dagliga taka í sambandi við raksturin av vanganum Andershemmingsen.

Tey bæði fara at deila sínar royndir við ‘influencer marketing’ og greiða frá “hvussu tey hava ment eitt sterkt vørumerki, og hvat skal til fyri at vaksa seg stóran á sosialu miðlunum.”

Harumframt fara Cecilia Nolsøe Sørensen og Sølva J. Joensen at greiða frá um sínar vangar, upplýsir Íverksetarahúsið.

Eisini fer Rókur J. Jakobsen, sum er stjóri í fyritøkuni Virka, at hava eina framløgu um hvussu Virka brúkar ávirkarar.

Dagurin endar við at Aksel V. Johannesen løgmaður avdúkar Ársins Íverkseta 2024.

Eftir handanina bjóðar Íverksetarahúsið til netverkan og ábit.