,

Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit

Skrivað

Suðuroyar Sparikassi

Dagfesting

Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at
fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi. Hetta var fyrstu ferð, at Fíggjareftirlitið er í
bankanum á eftirlitisvitjan innan hvítvaskøkið.


Fíggjareftirlitið metir, at váðin fyri, at Suðuroyar Sparikassi verður nýttur til hvítvask og fígging
av yvirgangsvirksemið, er miðal-høgur. Hetta er sami váði, sum bankin hevur í síni váðameting,
og er sama váðastøði, ið bankar, sum Suðuroyar Sparikassi kann sammetast við, hevur.


Fíggjareftirlitið hevur álagt Suðuroyar Sparikassa at endurskoða politikkir innan hvítvaskøkið
soleiðis, at teir samsvara enn meira við váðametingina, og at javnan dagføra kundakunnleikan.
Síðani eftirlitisvitjanina er nýggj skipan tikin í nýtslu, har kundakunnleikin javnan verður
dagførdur – hetta ger, at kundar eitt nú fáa boð í netbankan, har teir verða spurdir um
bankasambandið við okkum. Harumframt er mannagongdin broytt fyri viðgerð av fráboðanum,
soleiðis at tað klárt og týðiligt framgongur, hvat verður gjørt.


Suðuroyar Sparikassi tekur frágreiðingina til eftirtektar og neyðugu tillagingarnar eru longur
settar í verk.


Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum er tøk á heimasíðuni ss.fo. Eru spurningar til frágreiðingina
frá Fíggjareftirlitinum, kunnu teir setast Søren L. Bruhn, stjóra, á tlf 239872 ella á soren@ss.fo.


Tak niður
Redegørelse om undersøgelse af Suðuroyar Sparikassi