Í vísindaligari grein um føroysku abortlóggávuna, grundgeva Turið Nolsøe og Turið Hermannsdóttir fyri, at tjóðskaparligt sjálvræði verður hægri mett enn kropsligt sjálvræði, tá tað kemur til menniskjarættindi. Tað skrivar Fróskaparsetrið á heimasíðu síni.
Greinin, sum eitur “Føroyar taka sær av hesum sjálvar”: Samanfallið millum kropsligt og tjóðskaparligt sjálvræði í vigerðini av abortrættindum, er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum.
Seinastu 20 árini hevur føroyska abortlóggávan fingið altjóða ábreiðslur, millum annað. frá ST-stovninum CEDAW, sum arbeiðir fyri at beina burtur mismun móti kvinnum. CEDAW-sáttmálin varð samtyktur av ST-aðalfundinum í 1979 og kom í gildi í 1981.
– Tað letur til at vera toført fyri altjóða politiska samfelagið at staðfesta, hvør í roynd og veru hevur ábyrgdina av føroysku abortlógini, og um ein strong lóggáva sum tann føroyska ger seg inn á menniskjarættindini, siga granskararnir í viðmerking til greinina í Fróðskaparriti.
Turið Nolsøe og Turið Hermannsdóttir siga, at tjóðskaparligt sjálvræði verður sett hægri enn kropsligt sjálvræði sum menniskjarættindi, og hetta verður brúkt til at undirstrika, at Føroyar taka sær av hesum sjálvar, heldur enn at viðgera, hvussu reproduktiv rættindi verða tryggjað í Føroyum.