,

Rokna við munandi meir av sól­orku

Skrivað

FM1

Dagfesting

Stjórin á SEV, Hákun Djurhuus, sigur at vit kunnu rokna við munandi meira av sólorku í Føroyum innan fyri stutta tíð.

“Vit síggja nakrar íløgur verða gjørdar á hesum økinum, og tað burdi verið gjørt nógv fleir,” segði stjórin millum annað í FM1 tíðindasending í gjar.

Samstundis varð millum annað staðfest í nevndarfrágreiðing sum varð løgd fram á eykaaðalfundi í SEV tann 6. desember, at avtalur eru gjørdar við alifyritøkuna Hiddenfjord um tvey sólorkuanlegg í Vágum. Eisini framgekk í frágreiðingini at avgerð er tikin um eina íløgu upp á fimm milliónir í sólorku í Sumba.

“Rakstrar- og prísavtalur eru gjørdar við Hiddenfjord um eitt 195 kiloWatt sólorkuanlegg í Miðvági og eitt 350 kiloWatt á Fútakletti, sum bæði eru bundin beinleiðis í elnetið,” segði nevndin.

“Avgjørt er at víðka um sólorkuskipanina hjá SEV í Sumba. Ætlandi verður ársframleiðslan frameftir umleið tað dupulta av tí sum verður framleitt í dag. Metti kostnaðurin av víðkanini er fimm milliónir krónur.”

“Myndugleikin hevur góðtikið treytir og avrokningarprísir fyri smáverk galdandi fyri komandi trý árini,” stóð víðari at lesa. “Vegleiðingar og annað tilfar er gjørt til privat- og vinnukundar sum vilja seta upp smáverk, tað veri seg sól- ella vatnorkuverk. Higartil eru 30 sólorkuverk ymsa staðni í Føroyum knýtt í elnetið.”

Í tíðindunum á FM1 segði Hákun Djurhuus at vindorka ikki er nøktandi fyri tørvin ein part av árinum og at sólorka kann geva eitt íkast serliga um summarið.

“Tann stóra avbjóðingin er um summarið tá vit ikki hava so nógva vatnorku og vindorku tøka, tí tað er turkur og tað er stilli,” segði stjórin.

“Vindorka í sær sjálvum er ikki loysnin upp á alt. So tú má hava onnur ting afturat. Sólorka skal eisini… skulu vit byggja nógv meira av.”

“Sjálvt um vit ikki hava nógvar sóltímar í Føroyum so gevur hon meining, tí tá brúka vit nógva olju, og oljan er dýr. Vissi tú líkasum sigur, jamen sólin sparir okkum fyri at framleiða við olju, so kunnu vit faktiskt kompensera sólorku við eini heilt stórari upphædd fyri tær íløgurnar. Vit síggja nakrar íløgur verða gjørdar á hesum økinum, og tað burdi verið gjørt nógv fleir.”

“Beinleiðis sólarljós gevur mest, men bara [dags]ljósið gevur ein part,” legði SEV stjórin afturat.