Mansverja av Turið bjargaði H71 javnleik

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi steypakappingin kvinnur – bólkur 1
Kyndil – H71 32-32 (20-14)

Frá byrjan av seinna hálvleiki sendi venjarin hjá H71 Karin Egholm fram at mansverja stórskjúttan hjá Kyndli, Turið Arge Samuelsen, og tað er ikki ov nógv at siga, at tað vendi dystinum. Hví H71 ikki royndi tað fyrr í dystinum er torført at skilja, tí Turið Samuelsen skorar altíð sum henni lystir, og tað gjørdi hon eisini í fyrra hálvleiki í dag, tá ið hon hamraði bóltin átta ferðir í málið. Í seinna hálvleiki skoraði hon bara eina ferð.

Kyndil er bara ikki tað sama, tá ið Turið Samuelsen verður tikin burturúr, og spakuliga át H71 burtur leiðsluna á 20-24, sum Kyndil hevði í hálvleikinum. Tað var tó ikki fyrr enn einir sjey minuttir vóru eftir, at H71 fyrstu ferð javnaði till 28-28, og so fingu áskoðararnir ein sera spennandi enda.

Kyndil sá tó út til at fara at vinna, tá ið Katrin Hansen gjørdi tað til 32-20 og tveir minuttir vóru eftir. H71 gavst kortini ikki so. Anna Elisabeth Weyhe minkaði tl 32-31. Bára Krossteig Hansen brendi brotskast fyri Kyndil, áðrenn Maria Weyhe javnaði við brotskasti, tá ið tvey sekund vóru eftir, og so var stór frøi á hondbóltsfegnum hoyvíkingum, sum vóru komnir til Havnar.

Hjá H71 var heilt stóri leikarin í kvøld Maria Weyhe, sum vísti øllum, at hon meinar tað, tá ið hon sigur, at hon ger alt fyri at koma á landsliðið aftur. Í kvøld skoraði hon tólv mál, harav seks við brotskasti. Hon var við sínum smáu fintum og sera góða eyga fyri spælinum, har hon júst veit nær hon skal skjóta, ein støðug hóttan móti verjuni hjá Kyndli. Eisini var Christina Arge á vinstra veingi sera trygg í sínum skotum í kvøld.

Kyndil var, sum sagt, best í fyrra hálvleiki. Tá ið H71 setti ferðina niður, fór Kyndil við Turið Samuelsen frá, og øll hildu dysturin var avgjørdur í hálvleikinum. Bjarta Johansen spældi eisini væl á strikuni, og Inga Maria Roysdóttir gjørdi mun, tá ið hon kom inn. Kyndil má tó finna eina loysn upp á spælið, tá ið Turið Samuelsen verður mansvard, tí nærum hvørja ferð okkurt lið ger tað, so steðgar Kyndil upp.

Úrslitið merkir ikki tað stóra fyri víðari luttøkuna í steypakappingini fyri Kyndil. Øll taka sum givið, at tær vinna á VB, og so eru tær í hálvfinaluni.

Fyri H71 ger javnleikurin móti Kyndil, at tað er nokk at spæla javnt í avgerandi dystinum móti VÍF í Hoyvíkshøllini 12. januar fyri at koma í hálvfinaluna. Hinvegin so er størsti týdningurin javnleikinum í dag, at H71 nú sær at tað ber til at knógva Kyndli, og tær vita, hvat skal til.


Dómaraseðilin á hsf.fo

Stigatalva Faxe Kondi kvinnur – bólkur 1

DystirVunnin málTapt málMunurStig
H7127148233
Kyndil2615563
VÍF25943162
VB23075-450