SMS-deildin kvinnur:
H71 – Kyndil 32-37 (13-18)
Hóast júst hesi bæði liðini spældu javnt í steypakappingini hóskvøldið, so var ongantíð nakar ivi um úrslitið í dystinum, tá ið hoyvíkskvinnur tóku móti kyndilskvinnum í Hoyvíkshøllini. Til tað var alt ov lítil vilji í hjá hoyvíkskvinnum, sum ongantíð veruliga komu inn í dystin.
Onkur løta var í fyrra hálvleiki, har tað var nær við, at tað gjørdist eitt lítið sindur spennandi, men veruligur spenningur vaknaði ongantíð. Til tess vóru hvørki leikarar ella áskoðarar í Hoyvík tendraðir.
Hinvegin so hevur roynda liðið hjá Kyndli ein innbygdan stríðsvilja, sum altíð er til staðar. Tær “gomlu” tora at skelda og stríðast, og hóast tað ikki skuldi nógv til at vinna móti H71 í dag, so var týðiligt, at tað er meira javnvág millum stríðsvilja og skeldarí á kyndilsliðnum enn hjá H71.
Dysturin var í roynd og veru avgjørdur longu, tá ið Kyndil gjørdi tað til 7-2 í níggjanda minutti. Ikki tað hondbóltsdystur eru ongantíð avgjørdir, tí tað ber altíð til at hála nógv mál innaftur. Men soleiðis var ikki í dag.
Serliga verjuparturin var lítil vilji í hjá H71, og Kyndil gjørdi nærum, sum teimum lysti. Málini hjá Kyndli vóru eitt sindur betri býtt millum leikararnar í dag enn vanligt, Turið Samuelsen var ikki so eyðsýnd sum vanligt. Millum annað skeyt Inga Maria Roysdóttir fleiri mál, tá ið hon fekk møguleikan í seinna hálvleiki, og eisini gagnnýtti Nadja Pejovic tað góða plássið hon fekk til at hamra nøkur skot í málið.
Endin av dystinum minti mest um ein vinardyst, og tað er ikki gott fyri hondbóltin í Føroyum, at dystirnir hava so lítið at siga. Kappingarleisturin ger, at hesi bæði liðini fyri langari tíð síðan hava spælt seg í FM-endaspælið, sum verður í apríl einaferð.
Hjá H71 var Maria H. Weyhe drívmegin á mótfalna liðnum, og uttan hana hevði staðið verri til í dag. Serliga strikuleikararnir nýttu gott av innspælingunum frá henni.
Tað vóru eisini strikuleikararnir Karina Heinesen og Sofie Kornelius sum saman við Annu Elisabeth Weyhe, sum vóru toppskjúttar hjá H71 við seks málum hvør. Hjá Kyndli skeyt Turið Samuelsen tólv mál, harav trý vóru við brotskasti.
Stigatalva SMS-deildin
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 11 | 395 | 234 | 161 | 22 |
VÍF | 10 | 325 | 210 | 115 | 18 |
H71 | 10 | 345 | 270 | 75 | 16 |
Neistin | 11 | 280 | 281 | -1 | 11 |
StÍF | 9 | 187 | 247 | -60 | 6 |
EB | 11 | 264 | 354 | -90 | 5 |
VB | 10 | 234 | 336 | -102 | 2 |
Stjørnan | 10 | 236 | 334 | -98 | 2 |
