Kyndil, sum vann á H71, hevur framvegis vunnið allar dystirnar í bestu deildini hjá kvinnum og er klárt fremst í deildini. Tað skal verða løgið, um H71 ikki verður annað liðið, sum spælir seg beinleiðis í hálvfinalurnar.
VÍF er nummar tvey, og vann greiðan sigur móti StÍF í dag. H71 er beint aftanfyri VÍF, og sær út til at hesi bæði liðini fara at kappast um annað plássið í SMS-deildini, sum gevur beinleiðis atgongdi til hálvfinalurnar.
Neistin vann móti Stjørnuni í Klaksvík, og er greitt á fjórða plássi. EB vann í Vági í dag, og í løtuni sær út til, at StÍF og EB fara at enda á fimta og sætta plássi, sum geva pláss í fjórðingsfinaluni.
Tað er tó ikki so langt niður til Stjørnuna og VB, og um tey fáa ein góðan stima, so ber til hjá teimum at koma upp á sætta pláss og harvið fáa pláss fjórðingsfinalunum.
Úrslitini í dag vóru hesi:
Neistin – Stjørnan 29-26 (16-14)
Dómaraseðil á hsf.fo
VB – EB 22-27 (10-13)
Dómaraseðil á hsf.fo
StÍF – VÍF 20-27 (10-24)
Dómaraseðil á hsf.fo
H71 – Kyndil 32-37 (13-18)
Les meira um tann dystin her
Dómaraseðlarir síggjast eisini undir stigatalvuni.
Stigatalva SMS-deildini
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 11 | 395 | 234 | 161 | 22 |
VÍF | 10 | 325 | 210 | 115 | 18 |
H71 | 10 | 345 | 270 | 75 | 16 |
Neistin | 11 | 280 | 281 | -1 | 11 |
StÍF | 9 | 187 | 247 | -60 | 6 |
EB | 11 | 264 | 354 | -90 | 5 |
VB | 10 | 234 | 336 | -102 | 2 |
Stjørnan | 10 | 236 | 334 | -98 | 2 |


