Sjúrður Hammer, granskari á Fróðskaparsetrinum, ávarar um, at veiðibann skal setast í gildi fyri havhest, ritu og kjógva fyri at forða fyri at hesi fuglasløgini doyggja út.
Ein nýggj kanning, gjørd saman við fuglafrøðingunum Ivani Olsen, Jesper Sonne og Lars Dinesen, vísir, at stovnarnir hjá hesum fuglum eru minkaðir við ávikavist 89%, 87% og 84% seinastu 20 árini. Sjúrður Hammer sigur, at framhaldandi veiða kann elva til, at hesi fuglasløgini hvørva úr Føroyum næstu 20 árini.
Tey nýggjastu úrslitini benda á, at afturgongdin í sjófuglastovnunum stavar frá føðslutroti, men samstundis vísir kanningin, at teistin, einasti sjófuglur, sum ikki er loyvt at veiða, ikki hevur somu afturgongd.
Sjúrður Hammer heldur, at fyrisitingin av sjófuglum hevur verið vanlukkulig, og nú er tíðin at seta veiðibann í verk.
Kanningin byggir á regluligar fuglateljingar í Skúvoy, sum eru gjørdar umleið 20. hvørt ár síðan 1961.
Granskararnir hava eisini gjørt eitt ískoyti um, hvussu skúvoyingar og staðkend uppliva broytingarnar í fuglalívinum.