Nú fáa útisetar eina rødd í Føroyum. Spyr.fo hevur sett sær fyri at loysa avbjóðingina við manglandi sambandi við útisetar og geva teimum møguleika at siga sína hugsan um viðurskifti, sum hava týdning fyri teirra støðu og framtíð.
Fyrsti liður í átakinum er at fáa útisetar at melda seg til eitt útisetapanel, har bæði lesandi og føroyingar, ið búgva og arbeiða uttanlands, kunnu luttaka. Hetta ger tað møguligt at gera kanningar millum útisetar um ymisk viðurskifti og geva eitt íkast til kjakið og vitanina um avbjóðingar og loysnir.
Síðani 2015 hevur Spyr.fo gjørt nærum 500 spurnarkanningar millum føroyingar í Føroyum, og nú verður tað eisini møguligt at spyrja føroyingar uttanlands. Við hesum verður røddin hjá útisetunum hildin á lofti og knýtt uppaftur nærri at Føroyum.