Útflutningurin av fiskavørum í tíðarskeiðinum november 2023 til oktober 2024 er minkaður við 367 milliónum krónum samanborið við undanfarna ár. Tað skrivar Hagstovan.
Samlaða virðið á útflutninginum var 12,4 milliardir krónur, sum er ein minking á 370 milliónir krónur.
Størsti vøksturin var í útflutninginum av laksi, sum øktist við 618 milliónum krónum, meðan útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaði mest.
Útflyta mest til Evropa
Verður hugt at, hvar útflutningurin fer, so sæst, at umleið helvtin av føroyska útflutninginum fer til ES, og av samlaða útflutninginum á 11.563 milliónir krónur fer útflutningur fyri 5.635 milliónir krónur til ES.
Størsta minkingin seinastu tólv mánaðarnir hevur verið í útflutningi til Evropa uttanfyri ES, sum er minkaður við 283 milliónum krónum ella 8,0 prosentum.
Útflutningurin til ES er nærum óbroyttur á 5,6 milliardir krónur. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður við 123 milliónum krónum ella 6,9 prosentum, meðan útflutningurin til Asia er vaksin við 103 milliónum krónum ella 14,2 prosentum.
Seinastu árini er útflutningurin til ES og USA nógv vaksin. Í dag er útflutningurin til ES umleið tvífalt so stórur sum áðrenn 2021. Somuleiðis er útflutningurin til USA vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.