Prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Frá novembur 2023 til novembur 2024 eru prísirnir hækkaðir 0,8 prosent. Prísvøksturin á mati er framvegis stórur samanborið við prísvøksturin á øðrum vørum og tænastum. Tað skrivar Hagstova Føroya.

Misjøvn prísgongd
Tað eru prísirnir á mati, sum geva størst íkast til prísvøksturin í hesi uppgerð. Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, sum tálma prísvøkstrinum. Prísirnir á útreiðslunum til býli eru lækkaðir 2,7 prosent seinasta árið. Tað tálmar prísvøkstrinum. Somuleiðis eru prísirnir á klædnavørum og fótbúnaði lækkaðir 2,1 prosent seinasta árið. Prísirnir á heilsu og flutningi eru lækkaðir eitt lítið vet.
Prísirnir á matvørum hækka framvegis
Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga fýra prosent í november 2024 samanborið við sama mánað árið fyri. Serliga eru tað kjøtvørur, ið eru dýrari, við einum prísvøkstri á 7,3 prosent. Av kjøtvørum er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest. Prísirnir á grønmeti eru somuleiðis hækkaðir við 5,3 prosent, meðan mjólk, ostur og egg er dýrkað 3,7 prosent. Eisini hava søtu mat- og drykkjuvørurnar havt prísvøkstur, við sodavatni, sukri, sjokolátu og góðgæti, sum eru meir enn fimm prosent dýrari enn í november í 2023.
Prísirnir á útreiðslum til býli lækka
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir 2,7 prosent frá november í 2023 til november í 2024. Miðalprísurin á olju til upphiting av býli er lækkaður 7,5 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar 2024 og er sostatt hægri í november 2024 enn í november 2023. Hetta sveiggar meira í londunum kring okkum, men elprísurin í Føroyum er hækkaður 17 prosent, samanborið við 41 prosent í Danmark seinastu fýra árini.
Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru ein stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hava tí eisini stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Prísurin á brennievni til flutning er lækkaður næstan tíggju prosent.
Lakari prísvøkstur enn í grannalondunum
Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn prísvøksturin í londunum kring Føroyar og miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,2 prosent.
Prísvøksturin í ávikavist Danmark og Svøríki er 1,6 prosent, í Finnlandi 1,7 prosent, meðan hann er størstur í Íslandi við 4,8 prosentum. Í Noregi er prísvøksturin 2,4 prosent. Hendan samanberingin verður gjørd við evropeiska brúkaraindeksinum HICP, sum ikki tekur við prísbroytingar fyri húsaleigu.