Hornorkestrið tók bygdarráðið í Vestmanna á bóli

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tá ið seinasti bygdarráðsfundurin Vestmanna hesa setuna var mikukvøldið, varð bygdarráðið veruliga tikið á bóli av horntónleiki á kommunutrappuni.

Á heimasíðuni takkar kommunan hornorkestrinum fyri allar løturnar.

Túsund tøkk Vestmanna Hornorkestur. Tit eru einastandandi og takk fyri allar løturnar, tit fjálga um bygdina við tykkara vøkru horntónum – Bjørg á Rógvi, borgarstjóri.