Jólahagtøl frá Hagstovuni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á síðuni á Facebook hevur Hagstova Føroya nøkur hagtøl, sum viðvíkja jólum.

Millum annað skrivar Hagstovan , at fólkasamansetingin er broytt seinastu sløku 40 árini – tað sæst á jólatrænum

Í 1985 vóru 731 nýføðingar, sum skuldu halda síni fyrstu jól í Føroyum. Í ár eru 564 nýføðingar í Føroyum, sum halda jól fyri fyrstu ferð.

Í 1985 vóru eingi 100 ára gomul ella eldri, sum hildu jól í Føroyum. Í ár verða tey tólv í tali, um tey hava lív og heilsu.


Nógvir tjóðskapir halda jól í Føroyum fyrstu ferð

Eisini skrivar Hagstovan, at tilsamans eru 677 persónar, ið búgva í Føroyum og ikki hava føroyskt bústaðartilknýti, sum fara at halda jól í Føroyum fyri fyrstu ferð í ár.

Ein lítil fjórðingur eru børn. Umleið helvtin er millum 18 og 39 ár.Hin fjórðingurin er eldri enn fjøruti ár .

Tey hava 62 ymsar ríkisborgaraskapir. Flestu hava danskan ríkisborgaraskap. Næstflest hava filipinskan ríkisborgaraskap. Triðflest hava rumenskan ríkisborgaraskap