Vitjandi flutt úr Eiffeltorninum orsaka av eldsbruna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrrapartin jólaaftan vóru umleið 1.200 vitjandi flutt burtur frá Eiffeltorninum í París, eftir at boð komu um eld í einari av lyftunum millum fyrstu og aðru hædd. Eldurin, sum stóðst av einum yvirhitaðum kaðali í lyftini. Eldurin var sløktur stutt eftir. Tað skrivar Euronews.

Eiffeltornið er eitt av heimsins mest vitjaðu ferðamálum og tekur dagliga ímóti millum 15.000 og 25.000 vitjandi.

Hendan hendingin er fimm ár eftir, at dómkirkjan Notre Dame næstan varð oyðiløgd av einum eldsbruna í 2019. Kirkjan var stongd í fimm ár og lat uppaftur fyrr í hesum mánaðinum.