Jólamaðurin og jólakonan vitja færri barnahúski í ár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hagstovan heldur fram at koma við spennadi vinklum við jólahagtølum. Á Facebook skrivar hagstovan, at jólamaðurin og jólakonan hava betri stundir at heilsa uppá børnini jólaaftan í ár enn í fjør. Í dag fara tey á gátt hjá 6.555 húskjum við børnum, sum er 55 færri enn fyri einum ári síðan, tá talið var 6.610.

Nógvar gávur eru pakkaðar, og 13.100 spent børn undir 18 ár bíða eftir pakkum. Talið av børnum var nakað hægri í fjør, tá tað var 13.200.